Í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð fer føroyska U-21 landsliðið í fótbólti aftur í eldin. Hesa ferð verður tað á útivølli ímóti Montenegro, ið er eitt av londunum, sum sóu dagsins ljós, tá ið gamla Jugoslavia datt sundur.
Dysturin verður spældur á Podgorice leikvøllinum í Podgorice, sum er høvuðsstaður í Montenegro. Her búgva 250 túsund fólk. Samlaða fólkatalið í landinum er 600 túsund.
Føroyska liðið kom upp á pláss leygarkvøldið. Síðani tá hevur tað fyri tað mesta snúð seg um at koma fyri seg aftur eftir megnar avrikið fríggjakvøldið, tá ið tað eydnaðist at røkka 2-2 á Svangaskarði ímóti Rumenia.
-At vit stóðu okkum so væl ímóti Rumenia hevur vakt ans millum tey mongu fótbóltshugaðu her niðri. Men tað verður roknað við tryggum heimasigri, og tað passar okkum væl, sigur Bill Jacobsen, sum saman við Heðini Askham er venjari.
Montenegro spælir í eyðkenda stílinum á Balkan. Liðið sigst vera stinnari enn Rumenia, og úrslitini í venjingardystunum upp undir vitjanina úr Føroyum hava verið góð. Ímóti stóra Serbia er tað endað við 1-0 sigri og málleysum javnleiki.
Í gjárkvøldið vandi føroyska liðið á vøllinum, har slagið skal standa í kvøld. Tað kennist, at spælararnir eru komnir fyri seg. Bill Jacobsen sigur, at helst verður onkur broyting á liðnum sammett við fríggjakvøldið ímóti Rumenia, men tað fæst nærri at vita um seinni í dag.
-Tíbetur sær tað út til, at tað ikki verður so heitt í kvøld. Sunnudagin vóru tað 35 hitastig, so tá tóku vit okkum av løttum. Í gjár vóru 28 stig, tá ið vit vandu á dystarvøllinum. Í dag siga teir frá 26 stigum, men tað passar okkum sera væl, at hitin ikki verður meiri enn 18 stig, tá ið vit skulu spæla í kvøld, sigur Bill Jacobsen úr Montenegro.










