Liðini í bólkinum eru Bulgaria, Turkaland, Danmark og Føroyar, og í gjár spældi føroyska liðið fyrsta dystin. Hesin var ímóti Turkalandi, og tíðliga í dystinum megnaði Rógvi Holm úr AB at leggja Føroyar á odda, tá hann var hægstur eftir hornaspark. Turkaland kom tó skjótt av við skelkin, tí fyri steðgin høvdu teir skorað tvær ferðir, so hálvleiksstøðan var 2-1. Turkaland fekk enn eitt mál eftir steðgin, so Føroyar mátti taka til takkar við einum 3-1 tapi í fyrsta dystinum.









