Í EM undakappingini fyri U19 landslið, leikti Føroyar í dag ímóti Italia. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men Italia kom framum í 22. minutti. Føroyska U19 landsliðið spældi fult og heilt upp til italska liðið í fyrra hálvleik, og royndi at fáa javna áðrenn hálvleik, men tíverri gekk tað ikki.
Í seinna halvleiki legði ítalia størri trýst á, og var neyðugt hjá føroyska liðnum at ansa betur eftir, tí nógv gul kort vóru givin í dystin. Italia fekk 2 mál afturat í seinna halvleiki, í 9. og 16 minutti. Men í móti endanum av dystinum komu okkara leikarar væl inn í dystin aftur, og vóru nær við at minka um munin. Dysturin endaði sostatt 3-0 til Italia.
Síðsti dysturin í bólkinum verður ímóti Lettlandi týsdagin.
(www.FSF.fo)