Noreg er millum Heimsins sterkastu tjóðir í kvinnufótbólti, og tað sást aftur, tá norsku U-19 genturnar vunnu heili 8-0 á føroysku U-19 gentunum í dag. Støðan í hálvleikinum varð 3-0 til Noreg. Kristine Hegland skeyt 3 mál, Hege Hansen 2 mál, Cecilie Pedersen 2 mál, og Oda Fugelsnes skeyt eitt mál. Málskjúttarnir síggjast á myndini. Norski venjarin, Jarl Torske sigur, at hann ynskir ikki at ljóða arrogantur, men hann hevði væntað eitt slíkt úrslit. ?Summi lið í undanumførunum er so ótrúliga veik!? Sigur Jarl Torske við heimasíðuna hjá norska fótbóltssambandinum, www.fotball.no. Jarl Torske sigur, at Noreg hevði 20 málmøguleikar, og teir umsettu 8 av hesum til mál, og tað er Jarl Torske nøgdur við. Á heimasíðuni stendur einki at lesa um føroyskar málmøguleikar. Sunnudagin spælir Noreg ímóti Rumenia, sum vann 4-1 á Portugal. Jarl Torske væntar, at rumenska liðið verður meiri álopssinnað, enn tað føroyska. Sunnudagin spæla føroysku U-19 genturnar ímóti Portugal. Tann uppgávan verður ríkiliga stór, men vónandi og væntandi nakað lættari, enn tann ímóti Noregi, sum er so frammaliga í kvinnufótbólti. 120 áskoðarar sóu dystin millum Noreg og Føroyar á Municipal Leikvøllinum í Santa Comba Dao í Portugal.











