Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 1-1 eftir 1. hálvleik, eydnaðist tað seinnapartin í gjár føroyska U-19 landsliðnum í fótbólti at vinna 3-2 á B93 av Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Fleiri av føroysku spælarunum, sum hava verið fastir á liðnum, vóru hesa ferð ikki við í byrjunar uppstillingini.
Rasmus Nielsen legði Føroyar á odda í 1. hálvleiki. Eftir steðgin legði innskifti Øssur Dalbúð Føroyar framum 2-1, og tað var eisini hann, sum skoraði sigursmálið til 3-2, eftir at B93 við brotssparki hevði javnað.
Fyrrapartin í dag er síðsti dysturin á skránni. Føroyska liðið spælir ímóti vertunum Lyngby. Føroyska ferðalagið kemur heim aftur í kvøld.










