U-18 kvinnur til European Open

U18 kvinnulandsliðið í hondbólti skal í summar luttaka í European Open í Gøteborg í Svøríki

Lutakast hevur verið, og er føroyska liðið komið í bólk saman við Rumenia, Noreg, Íslandi og Eysturríki. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og ein bruttohópur verður tikin út í næstum.

 

. Tað eru fyrireikararnir av Partille Cup, sum saman við europeiska hondbóltssambandinum og svenska hondbóltssambandinum, ið skipa fyri kappingini. Annaðhvørt ár er kappingin fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið. Hetta er sama kapping, sum U19 manslandsliðið luttók í í fjør við sera góðum úrslitum.

 

Tað verður danin Flemming Oliver Jensen, sum kemur at standa á odda fyri liðnum, sum skal mannast við spælarum, sum eru føddar í 1996 ella seinni. Tá HSF og Flemming Oliver Jensen í februar gjørdu nýggja samstarvsavtalu fyri úrvalsvenjingar komandi kappingarár, varð samstundis avtalað, at Oliver skuldi hava ábyrgdina av U18 liðunum, bæði hjá kvinnum og monnum.