U-17 fingið boð

Eftir fleiri úttøkuvenjingar hava U-17 landsliðsvenjararnir nú gjørt av, hvørjir spælararnir skulu verða, tá ið landsliðið miðskeiðis í juli skal spæla í Aberdeen International Football Festival.

Pætur Clementsen og Finn Johannesen hava sent boð eftir hesum spælarunum: Thomas J. Thomsen, Hallur Hansson, Kristin R. Mouritsen, Jógvan Rói Davidsen og Gunnar Thomsen, HB, Sørmund Kalsø og Dánjal Pauli Lervig, KÍ, Heini Vatnsdal, Hanus Mortensen og Mikal Jespersen, VB/TB, Jóan Símun Edmundsson, B68, Terji Rasmussen og Róaldur Jacobsen, B36, Viljormur Davidsen, Karl Løkin og Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Bjarti Hansen, FSV04 og Jens M. Jensen EB/ST. Farið verður úr Føroyum 15. juli, og ferðalagið verður aftur í Vágum 22. juli.