Eftir tveir sigrar liggur føroyska liðið væl fyri í bólkaspælinum. Enn eru tríggir dystir eftir at spæla, men føroyska liðið hevur góðar vónir um at koma víðari.
Fyrsta dystin vunnu føroyingar 3-1 ímóti BC Albion, eftir at støðan hevði verið 1-1 í steðginum. Føroysku málini skoraðu Jóan Símun Edmundsson (NSÍ), Adrian Cieslewizc (VB) og Heini Vatnsdal (VB).
Næsti dysturin var ímóti suðurafrikanska liðnum Old Benonians, og tann dystin vunnu okkara menn 1-0. Jóan Símun Edmundsson skoraði einasta málið í dystinum.
Eli Hentze, ið er ein av venjarunum hjá U-15 landsliðnum, sigur, at hetta er ein sera góð byrjan hjá føroyska liðnum, og at líkindini fyri at koma víðari eru góð.
Hann sigur, at um liðið fær eitt gott úrslit ímóti Aberdeen, eru teir so at siga komnir víðari.
Úrslit:
Føroyar Albion BC 3-1 (1-1), málskjútti: Jóan Símun Edmundsson (NSÍ), Adrian Cieslewizc (VB) og Heini Vatnsdal (VB)
Føroyar Old Benonians 1-0 (1-0), málskjútti: Jóan Símun Edmundsson (NSÍ)