Tyson aftur í ringin

42 ára gamli Mike Tyson sigst nú vera ávegis einum come-back í boksiringinum. Sambært serbiskum miðlum skal Tyson vera høvuðsnavnið á eini bokistevnu í Beograd tann 20. desember í ár. Mótstøðumaður hansar verður tá Nenad Stankovic, sum fyllir 33 ár hendan dagin. Verður dysturin veruleiki, verður hetta fyrsti dysturin hjá Tyson í trý ár.