Mánakvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið seinasta landsdystin í 2023.
Føroyar spæla tá EM-undankappingardyst móti Albania í Tirana.
Albania hevur longu vunnið seg í EM-endaspæli úr bólki E, men albanar kunnu vinna bólk E við sigri á Føroyum.
Føroyar fara hinvegin at stríðast fyri at enda landsliðsárið við einum góðum avriki.
Tað verður ein týskur bundesliga-dómari sum verður fyrsti dómari.
33 ára gamli Sven Jablonski verður fyrsti dómari. Sven Jablonski hevur verið altjóða FIFA-dómari síðani 1. januar í 2022, so altjóða royndirnar eru ikki tær nógvu. Hinvegin er hann vanur við at døma dystir í einari topp-5 fótbóltsdeild í Evropa. Sven Jablonski hevur dømt dystir í bundesliguni síðani 2017.
ALBANIA - FØROYAR | Bólkur E
Dómari: Sven Jablonski GER
Hjálpardómari 1: Lasse Koslowski GER
Hjálpardómari 2: Eduard Beitinger GER
Fjórði dómari: Frank Willenborg GER
VAR-dómari: Bastian Dankert GER
VAR-hjálpardómari: Benjamin Brand GER
UEFA dómaraeygleiðari: Kostadin Gerginov BUL
UEFA umboð: Amil Gerina MNE