Týskland venur á Tórsvølli

Mesut Özil og hinar heimsstjørnurnar á týska landsliðnum venja á Tórsvølli.

Í dag, stutt fyri fyri klokkan hálvgun seks, komu týsku spælararnir í Gundadal. Bussurin parkeraði við B36-húsið og so gingu spælararnir seinasta pettið til venjing.

 

Teir vóru ikki so prátingarsamir og fjølmiðlarnir fingu ikki prát við teir. Bara fyrsta korterið av venjingini var opin. Millum teir, sum er á týska landsliðnum er Miroslav Klose, sum er tann einasti, ið gongur aftur frá liðunum, ið við spældu móti í 2002 og 2003.

 

Týska landsliðið kom til landið um stutt eftir klokkan 12 og teir búgva á Hotel Føroyum. Dysturin millum Føroyar og Týskland verður í morgin klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.