Týskland setur forboð fyri tíðarriti

Tíðarritið Compact skal vera skaðiligt fyri fólkaræði, heldur innanríkisráðið

Blaðstjórin á høgravíðgondga tíðarritinum Compact er Jürgen Elsässer. Sum ungur var hann kommunistur (Mynd: Hendrik Schmidt/Ritzau Scanpix)

Týski innanríkisráðharrin, Nancy Faeser, hevur sett forboð ímóti útgávu av tíðarritinum Compact. Ráðið heldur, at tíðarritið er høgravíðgongt og í stríð við lógina.

 

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

 

Eisini framleiðslufelagið Conspect Film GmbH, sum hevur tilknýti til Compact, er rakt av forboði.

 

Sambært týska innanríkisráðnum eru húsarannsóknir gjørdar í bygningum, sum hava samband við Compact. Harafturat eru rannsóknir eisini gjørdar í privatum heimum – eitt nú hjá eigarum og leiðslu í Compact.

 

Týski innanríkisráðharrin sigur sambært dpa, at Compact er týðandi málgagn hjá víðgongda høgravonginum, og at tíðarritið eggjar til hatur ímóti jødum og fólki við tilflytarabakgrund og hóttir fólkaræði.

 

Blaðstjórin á Compact er Jürgen Elsässer. Sum ungur var hann partur av kommunistisku rørsluni, og hann var ímóti, at Eysturtýskland og Vesturtýskland vórðu sameind. Hann helt ikki, at DDR skuldi fara í søguna. Nú er hann partur av høgravíðgongdari rørslu.

 

Blaðstjórin á høgravíðgondga tíðarritinum Compact er Jürgen Elsässer. Sum ungur var hann kommunistur (Mynd: Hendrik Schmidt/Ritzau Scanpix)