Í morgin er hondbóltslandsdystur millum Týskland og Føroyar – og tá so er, so plagar Hagstovan at leggja nøkur hagtøl út á Facebook, har tey samanbera mótstøðulandið og við Føroyar.
Sum tað sæst á myndini, so eru yvir 83 milliónir fólk í Týslandi, og bara sløk 54.000 í Føroyum. Týskland er eisini munandi størri land enn Føroyar.
Sambært hagtølum hjá Hagstovuni, so er Týskland tað landið, sum vit innflyta mest úr aftan á Danmark og Noreg. Har stendur eisini, at í Føroyum búgva 21 fólk, sum hava týskan ríkisborgararætt.
Onnur hagtøl síggjast á myndini.
Vit ynskja – eins og Hagstovan, manslandsliðnum í hondbólti góða eydnu í morgin.