Týska uttanríkisráðið ávarar nú Iran um at kynda undir kríggið, sum er millum Ísrael og Hamas.
Ein talsmaður fyri týska uttanríkisráðið, Sebastian Fischer, kemur við hesi útsøgn, eftir at iranski uttanríkisráðharrin hevur hitt høgtstandandi Hamas-limir.
- Øll, sum hugsa um at spæla við eld ella stoyta bensin á bálið, eiga virkuliga at hugsa seg um tvær ferðir, tí vit standa yvirfyri einari stórari kreppu, sigur Sebatian Fischer.
Søguliga hevur Iran stuðlað Hamas, men Ísrael og USA hava sagt, at eingi prógv eru fyri, at Iran var partur av álopunum á Ísrael hin 7. oktober.
Iranski uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, hevur sagt, at ein ísraelsk innrás í Gaza kann elva til, at stríðið í Miðeystri fer at spreiða seg.
Hossein Amir-Abdollahian segði, at Iran kann ikki látast sum einki, um kríggið mennist, og hann ávaraði um, at USA fer at líða stór tap, um so verður.
Hetta skrivar norska Dagbladet í dag.