Týski forsetin heiðrar Annfinn Vitalis Hansen

Týski sendiharrin í Keypmannahavn, Andreas Meitzner, kemur til Føroya í mogin og verður til týsdagin. Hann skal millum annað hitta Aksel V. Johannesen, løgmann. Men fremsta endamálið við ferðini er at heiðra týska konsulin í Føroyum.

 

Í tíðindabrævi frá týsku sendistovuni í Keypmannahavn verður sagt, at sendiharrin ætlar at tosa um politisku og fíggjarligu støðuna í Føroyum eins og viðurskiftini til Samveldislýðveldi Týskland.

 

– Umfram at hitta løgmann skal Andreas Meitzner eisini hitta Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnu- og uttanríkismálum og aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum, Bjarna A. Bjarnason.

 

– Eg gleði meg nógv til hesa ferð. Fleiri starvsfelagar hava longu sagt mær um vakurleikan í Føroyum og um vinarliga fólkið í Føroyum. Spennandi skráin fyri túrin lýsir eisini, hvussu høga raðfestin viðurskiftini millum Týskland og Føroyar hava hjá báðum pørtum, sigur Andreas Meitzner í tíðindaskrivinum.

 

Mánadagin fer sendiharrin at heiðra Annfinn Vitalis Hansen »Verdienstkreuz am Bande des Verdienstordens der Bundesrepublik Deutschland«, ið svarar til danska riddarakrossin, fyri at hava røkt starvið sum týskur konsul í Føroyum síðani 2008.

 

– Handanin av hesum heiðrið verður hæddarpunktið á ferðini hjá mær. Vegna landafrøðiligu frástøðuna í Norðuratlantshavi, mál tykkar og egnu lóggávu tykkara er tað av avgerandi týdningini fyri arbeiði á sendistovuni, at vit hava ein konsul í Føroyum, við so góðum sambondum, sum Annfinn Vitalis Hansen hevur. Tað er eisini hansara vegnar, at tað er eydnast týsku sendistovuni í Keypmannahavn at varðveita og menna eina góða umboðan í Føroyum. Fyri hetta ídni heiðrar samveldisforsetin Frank-Walter Steinmeier nú við røttum Annfinn Hansen við hægsta heiðursmerki, sigur sendiharrin.

 

Feðrin hjá Andreas Meitzner í Føroyum endar við samrøðum um vísindaliga og mentanarlig evni týsdagin 9. oktober.