Landsliðið hjá Týsklandi er á veg til Føroyar úr Munchen. Sambært heimsíðuni hjá Atlantic Airways, so lenda týsku heimsstjørnurnar í Vágum 12.17. Ætlandi skuldu teir lenda klokkan 12.30.
Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, hevur tíðindafund á Tórsvølli klokkan 14.00. Týska landsliðið venur á Tórsvølli klokkan 17.30 í dag.
Landsdysturin millum Føroyar og Týskland verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.