Eingin fjarstøða fær hann at aftra seg. Fyri 11 árum síðani sat hann 27 tímar í bussi fyri at síggja føroyska landsliðið í litaviska høvuðsstaðnum, Kaunas. Heldur eingin vandastøða fær hann at aftra seg. Í Beograd mátti hann fylgjast við løgreglumonnum, tí hann veitraði við føroyska flagginum ímillum harðligar serbiskar fjepparar.
Ein vildi hildið, at hann var føroyingur, men nei – hann er týskari.
43 ára gamli Martin Schürmann er als ikki sum aðrir týskir fótbóltsfjepparar. Hann er nevniliga púra bergtikin av føroyskum fótbólti og stuðlar føroyska landsliðnum og føroysku fótbóltsfeløgunum kring allan heimin.
Tríggjar ferðir hevur hann sæð Føroyar í Litava, tvær ferðir í Skottlandi, á Kýpros, í Írlandi og í Andorra. Eisini hevur hann verið í Ujpest, Graz, Belfast og Andorra fyri at stuðla føroysku fótbóltsliðunum í Europa League og Champions League.
Tað er lítið at siga til, at báðar systrarnar, sum hann hevur, meta hann vera sjúkan. Men hetta metir hann ikki sjálvur. Hann hevur bara ein tokka til undirmett fótbóltslið, og stóra kærleikan fingu Føroyar. Hann minnist sjálvsagt fótbóltsbragdið í Landskrona, tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti Eysturríki. Tá var Martin Schürmann, sum annars er maskinmaður og býr í býnum Lennestadt, 20 ára gamal.
Martin Schürmann plagar at leggja fótbóltsferðir sínar soleiðis til rættis, at hann býr á sama hotelli sum leikararnir. Hann er – um nakar – fullgreiður yvir, hvussu leiðin skal leggjast til Føroya, og hvussu nógv hon kostar. Nakað omanfyri kr. 8.000,- skal hann av við fyri at vinna upp Føroyar umvegis Frankfurt og Billund.
Martin Schürmann iðrar seg um, at hann ikki er í Føroyum í kvøld. Tað var ikki møguligt hjá honum at fáa feriu frá starvi sínum. Hann lovar tó, at hann fer at hyggja eftir dystinum á sjónvarpsskýggjanum, at hann verður ílætin føroyska landsliðstroyggju og at hann vónar, at føroyingar kunnu geva landsmonnum hansara skarpan gang.
Tað er heimasíðan hjá týska fótbóltssambandinum, dfb.de, sum ber hesa søguna.










