Ein 43 ára gamal maður í Týsklandi er nú alment skuldsettur í málinum um horvnu bretsku gentuna, Madeleine McCann, sum sporleyst hvarv í Portugál fyri skjótt 15 árum síðan.
Tann tá trý ára gamla gentan hvarv hin 3. mai í 2007 í frítíðarbýnum, Praia da Luz, har hon helt feriu saman við foreldrum sínum, Kate og Gerry McCann.
Hendingin fór fram um kvøldið, meðan foreldrini sótu á matstovu, einar 50 metrar burturi. Eftir í íbúðini saman við Madeleine McCann vóru eisini onnur systkin, sum lógu og svóvu.
Løgreglan hevur í tvey ár havt illgruna til mannin, og ákæruvaldið í Algarve-regiónini sigur, at tey formelt reistu skuldsetingina móti manninum mikudagin í hesu vikuni.
Sambært týskum miðlum fer skuldsetingin at hjálpa ákæruvaldinum at reisa ákæru ímóti manninum. Í mai verða 15 ár síðan, at gentan hvarv, og 15 ár er fyrningarfreistin í drápsmálum í Portugál.
Í eina tíð vóru foreldrini sjálvi undir illgruna fyri at hava beint gentuna av vegnum, men her hevur ein løgreglufrágreiðing staðfest, at tey ongan leiklut høvdu í, at gentan hvarv.
##med2##
Løgreglan hevur kannað nógv ymisk spor í málinum, men higartil hevur alt verið nyttuleyst. Í eina tíð helt bretska løgreglan, at innbrotstjóvar kundu hava burturflutt gentuna.
Fyri tveimum árum síðan søgdu kanningarfólk hjá týsku løgregluni, at Madeleine McCann er deyð, men bretska løgreglan heldur framvegis upp á, at gentan kann vera burturflutt.
Maðurin, sum nú alment er skuldsettur, ferðaðist runt í Portugál í einum hvítum og gulum kampingbili í tíðini, tá smágentan hvarv. Hann var eisini í økinum, har bretska familjan helt summarfrí.
Umrøddi maður situr í geglinum í øðrum máli. Hann varð í 2019 funnin sekur í at hava neyðtikið eina 72 ára gamla amerikanska kvinnu í íbúð hennara í Praia de Luz í 2005.
Hann er eisini undir illgruna í øðrum neyðtøkumáli, og løgreglan heldur eisini, at maðurin í øllum førum hevur forbrotið seg ímóti tveimum øðrum børnum.
Løgreglan í fleiri londum, eitt nú í Portugál, Bretlandi og Týsklandi, hevur verið partur av umfatandi málinum um Madeleine McCann, sum sporleyst hvarv í Praia de Luz.
Fleiri persónar hava verið í kikaranum hjá løgregluni. Í 2008 legði løgreglan í Portugál málið á hillina. Men, fyri fimm árum síðan tók løgreglan málið upp aftur, og nú er so ein maður umsíðir skuldsettur.
Tað var í 2020, at týska løgreglan upplýsti, at tey kannaðu viðurskiftini hjá einum týskum manni, sum longu sat í geglinum, og hesin hevur síðan verið høvuðsevnið í kanningararbeiðnum.
##med3##