Týskari fær lívstíð fyri ferðsludráp á jólum

Maðurin, sum koyrdi inn í eina mannamúgvu, sum var til jólahandils, leið sambært serfrøðingi av paranoidari skizofreni og kendi seg forfylgdan.

 

Blómur og ljós vórðu sett fram í Trier í 2020 fyri at minnast tey deyðu í álopinum. - Foto: Jean-Christophe Verhaegen/Ritzau Scanpix

Ein týskur maður er í dag dømdur lívstíð í fongsul fyri at koyra í bili sínum inn í eina mannamúgvu í týska býnum Trier fyri hálvum øðrum ári síðani.

Seks fólk, teirra millum eitt smábarn, doyðu av ákoyringini. Tað var tann 20. desember í 2020, meðan fólk keyptu inn til jóla.

Ein dómstólur í Trier metir, at tann 52 ára gamli hevur »í serliga álvarsligan mun ábyrgdina« av deyðiliga álopinum.

Hann er dømdur fyri tilsamans seks dráp og 18 drápsroyndir. Ein sætti persónur doyðu næstan eitt ár eftir álopið.

Dómararnir hava gjørt av, at tann týski maðurin rakti tilvildarlig fólk við bili sínum, tá hann koyrdi eftir eini rokaðari handilssgøtu í SUV bilinum hjá sær.

Teir hava eisini gjørt greitt, at hann skal á eit psykiatriskt sjúkrahús við høgari trygd.

Ein serfrøðingameting framman undan rættarmálinum kom til, at maðurin hevur paranoid skizofreni.

Serfrøðingurin hevur greitt frá, at tann nú dømdi maðurin sá seg sjálvan sum eitt offur fyri »statsligari konspiratión«. Maðurin helt, at hann varð forfylgdur og undir eftirliti. Hann segði eisini, at han nikki kundi minnast gerningstíðina.

Hann hevði sálarligar trupulleikar og hevði drukkið rúsdrekka, tá hann koyrdi ígjøgnum mannamúgvuna.

Ákærar hava gjøgnum rættarmálið seinasta árið grundgivið fyri, at maðurin hevði planlagt álopið við tí endamáli »at drepa og sær so mong sum gjørligt«.

Tann ákærdi, sum var útlærdur elektrikari, hevur ikki vilja sagt nakað um ákærurnar gjøgnum rættarmálið.

Ákærararnir hildu, at støða hansara sum stakur, arbeiðsleysur og uttan fastan bústað hevði ført til ørkymlan. Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Bernd Steinmetz, sum umboðar týskan felagsskap fyri offur, sigu við týsku tíðindastovuna, at hetta er ein lætti hjá familjunum, tí málið hevur verið ein »byrða í drúgva tíð«.

Í Trier, sum er elsti býur í Týsklandi, búgva umleið 110.000 fólk og hann er umleið 200 kilometrar í ein útsynning úr Frankfurt.

/ritzau/

 

 

Blómur og ljós vórðu sett fram í Trier í 2020 fyri at minnast tey deyðu í álopinum. - Foto: Jean-Christophe Verhaegen/Ritzau Scanpix