Uppskotið verður helst samtykt seinni í ár.
Lógin er »eitt umskifti fyri tann higartil ógvuliga miseydnaða hassjpolitikkin, segði Karl Lauterbach, heilsumálaráðharri.
Endamálið við lógini er at steðga svarta marknaðinum og at tað vera færri rúsevnisbrotsgerðir.
Tað er eisini ætlanin at avmarka rúsevnishandilin og talið av misnýtarum.
Uruguay loyvdi í 2013 sum fyrsta landið framleiðslu, handil og nýtslu av hassji. Síðani gjørdu fleiri statir í USA tað sama.
Malta var í 2021 fyrsta landið í ES at loyva hassji, meðan Portugal og Holland í fleiri ár hava góðtikið tað.
/ritzau/dpa