Týska fótbóltssambandið við stórum brølara

Týskarar hava ilt við at skilja ímillum føroyskar og gibraltiskar landsliðsleikarar.

Eftir at Týskland og Gibraltar endaðu í bólki saman til hesa undankappingina, hevur týska fótbóltssambandið skrivað eina grein um Gibraltar.

 

Hetta er jú fyrstu ferð, at Gibraltar eru við í eini undankapping, og sum tá Føroyar vóru við fyrstu ferð, er landsliðið stórt sæð mannað av áhugaleikarum, sum løgreglumonnum, handilsfólkum og tollarum.

 

Týska fótbóltssambandið gjørdi tó ein stóran feil. Myndin til greinina er av føroyska landsliðnum.