Vágakórið, Vestmanna sangkór, blásikvartettin Tám og urguleikarin Petur Martin Jóhannesen, fara um vikuskiftið at framføra verkið Missa Brevis eftir týska tónaskaldið Johann Stehle.
Blásikvartettin Tám er mannað av Súsonnu Joensen, floytu, Bjarna Berg, klarinet, Otriel Nygaard, klarinet og Eiriki Skála, basklarinet.
Høvuðsverkið á skránni er Missa Brevis av týska tónaskaldinum Johann Stehle, og verdur tað framført av kóri, urgu og blásikvartet við leiðslu av Gudmund Mortensen.
Missa Brevis er ein stutt messa við fimm satsum, og eru orðini tikin úr tí katólsku messuni: Kyrie - Gloria - Credo - Sanctus og Benedictus og Agnus Dei.
Á konsertunum verður haraftrat tónleikur fyri blásikvartet og urgu, og kórið fer eisini at syngja tríggjar føstusálmar við leiðslu av Benjamin Gásadal.
Konsertirnar vera í Miðvágs kirkju leygardagin 28. februar klokkan 17, í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. mars klokkan 16 og í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 1. mars klokkan 19.30.









