Týsdagin verður síðsta skotið latið av

Í tí sambandi verður hátíðarhald við røðum og hugnaløtu

Arbeiðið at bora tunlarnar Norður um Fjall, hevur gingið upp á stás og nú er komið so langt, at nú verður síðsta skotið latið av í Árnafjarðartunlinum. Tað verður týsdagin klokkan tvey, at síðsta skotið verður latið av og í tí sambandi verður hátíðarløta á kajøkinum í Ánunum.

 

Tiltakið er alment og har fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin. Síðani heldur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, røðu, og at enda ber Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fram røðu.

 

Eftir røðuna, fer Knút Guðjónsson, at lata síðsta skotið av. Knút var ein av trimum formonnum, tá ið gamli tunnilin var í gerð. Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.

 

Tá ið skotið er latið av, verður ein drekkamunnur í Húsmøðrafelagnum í Klaksvík. Árnafjarðartunnilin verður umleið 1.900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur. Verða vegirnir til og frá tunlunum taldir við, er talan um 6.500 metrar av vegum og tunlum. Tunlarnir fara at kosta 522 milliónir og væntandi verða teir tiknir í brúk á heysti í 2024.