Umsíðir er komið har til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í uttanlandsnevndina at ráðføra seg um, hvørja støðu hann skal taka viðvíkjandi nýggjum fiskivinnusáttmála við Russland.
Løgmaður hevur sagt greitt, soleiðis sum samgonuflokkarnir eisini lovaðu undan valinum, at eingin nýggjur sáttmáli verður gjørdur við Russland, so leingi Russland kríggjast í Ukraina.
Men eftir øllum at døma er innanhýsis ósemja í Tjóðveldi og í Framsókn, sum kann føra til, at løgmaður ikki fær meiriluta í samgonuni fyri at sleppa samstarvinum við Russland.
Javnaðarflokkurin hevur 9 av teimum 18 tingsessunum hjá samgonguni.
Sambært skránni hjá Uttanlandsnevndini, so verður fundurin týsdagin 7. november klokkan 15.
Á skránni er »Ráðførsla sbrt. § 54 í Stýrisskipan Føroya viðv. fiskiveiðiavtalu við Russland«.
Klokkan 15.15. koma Aksel V. Johannesen, løgmaður, Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum til ráðførslu.
Strong tagnarskylda er um tað, sum fer fram í uttanlandsnevndini. Men limirnir kunnu siga fjølmiðlunum, hvat teir sjálvir hava mælt landsstýrinum til at gera, og tað er vanligt, at limirnir gera tað. Tað gjørdu allir limirnir til dømis tá radaramálið var fyri. Tá var undanfarna samgonga ikki samd, tí Fólkaflokkurin var ímóti. Men tá mælti Javnaðarflokkurin til at geva loyvi, og tí var meiriluti í uttanlandsnevndini at taka undir við ynskinum hjá landsstýrinum.
Tað hendir valla hesaferð, at løgmaður og Javnaðarflokkurin fær stuðul frá andstøðuflokkunum Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Men tað fær hann frá Jenisi av Rana úr Miðflokkinum, sum hevur sagt greitt, at hann stuðlar løgmanni í hesum máli.
Spurningurin er so hvat tey bæði umboðini hjá Tjóðveldi, Lilijan Weihe og Annika Olsen fara at siga, og hvat umboðið hjá Framsókn, Sólvit Nolsø, fer at siga.
Hesir limir eru í uttanlandsnevndini:
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, formaður. Hann er í farloyvi, og varamaður hjá honum er Henrik Old.
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, næstformaður
Liljan Weihe, Tjóðveldi
Annika Olsen, Tjóðveldi
Sólvit E Nolsø, Framsókn
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin











