Nýggja tyrvimóttøkan hjá IRF og Tórshavnar kommunu er liðug, og alt tyrviburturkast frá vinnuni skal nú koyrast til støðina í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík.
Privat húsarhald skulu framvegis á kommunalu plássini við tyrviburturkasti.
Um tú ikki áður hevur latið burturkast til IRF, so mást tú skrásetast sum nýggjur kundi.
Hetta gert tú við at ringja til koyrideildina hjá IRF á tlf. 41 42 43 og upplýsa navn, bústað, bygd/bý og postnr., teldupostur. Eisini skalt tú upplýsa, hvørt fyritøkan ynskir at stovna gjaldsavtalu ella ikki.
Mannagongd fyri at tøma í Nýggjheiðum
- Ein uppgáva skal vera stovnað frammanundan, áðrenn bilurin sleppur av við burturkastið í Nýggjheiðum.
- Uppgávan verður stovnað av kundatænastuni hjá IRF á tlf. 41 42 43. Uppgávan verður ikki stovnað av starvsfólkunum í Nýggjheiðum.
- Minst til, at bilurin skal vigast, tá ið hann kemur inn á støðina, og tá ið farið verður avstað aftur.
Tyrviburturkast verður skilt í:
- Asbest og eternit
- Glasull og steinull
- Gips
- Blandað tyrviburturkast
Les meira um skiljingina á kunningararkinum herDOWNLOAD











