Tyrluskiparar: Best at gera nýggjan flogvøll á Glyrvursnes

Glyvursnes er besta staðið í Føroyum at leggja ein framtíðar flogvøll á. Tað ivast Andrias Mouritsen, formaður í felagnum hjá tyrluskipaum í Føroyum, ikki í.

Hinvegin viðgongur hann, at hann er ikki serfrøðingur í innflúgvingarvinklum og øðrum flúgvitekniskum krøvum og tí er hetta bygt á hansara útbúgving sum tyrluskipari og hansara royndir við flúgving í Føroyum

Í samrøðu við Rás2 á miðdegi, segði hann, at hann tekur undir við, at vøllurin í Vágum verður longdur.

Men hann ivast í um tað er rætt at leingja hann fult út, tí tað fer at skjóta eina varandi loysn longur fram í tíðina.

Hann ivast ikki í, at tað er onnur støð, sum eru betur hóskandi enn Vágar at leggja ein framtíðar flogvøll á.

- Tað eru nógv góð støð, at leggja ein flogvøll á, heldur hann.

Hann ivast í um Skorðhæddin er rætta staðið, tí har væntar hann, at útflúgvingarvinkulin verður ein trupulleiki, tað er ov tætt við fjøll, skuldi tað hent, at eitt flogfar misti ein motor.

Í Søltuvík verður breytin so stutt, at tað er ongin framtíð í.

Hinvegin er tað ikki vert at brúka tíð upp á at kanna flogvøll í Svínoy, sum eisini hevur verið frammi.

Sjálvur ivast hann ikki í, at Glyvursnes er besta stað í Føroyum at leggja ein framtíðar flogvøll.

- Á Glyvurnesi fæst ein breyt, sum verður so mikið long, at tað ber til at fáa tey bestu innflúgvingartólini og tað heldur hann, at vit eiga at hava Føroyum.

Skulu vit í Føroyum ikki hava tey bestu innflúgvingartólini, hvør skal so hava hana, tí í Føroyum hava vit nógvan mjórka, serliga um summarið, sigur Mourits Andreasen við Rás2.

- Eftir mínum persónliga tykki er ongin ivi um, at Glyvursnes er best hóskandi staðið í Føroyum at leggja ein framtíðar flogvøll á, sigur Andrias Mouritsen við Rás2.