– Ein bjargingartyrla má altíð vera tøk, og tí má sáttmálin við Atlantsflog broytast. Tað sigur Skipara- og Navigatørfelagið, sum hevði aðalfund leygardagin.
Aðalfundurin hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin. Hesaferð vóru 48 limir møttir til fundin, og nógv orðaskifti varð um ymisk mál. Tað varð samtykt, at felagið má gera vart við tvey mál, sum hava stóran týdning fyri trygdina hjá okkara sjófólki.
Fyrra málið var um trygdina í sambandi við, at Gullberg sakk, sum vit hava skrivað í aðrari grein á in.fo
Lesið eisini: Vilja vita hví Gullberg sakk
Seinna málið er um bjargingartyrluna, sum altíð má vera tøk.
– Felagið fegnast um, at munandi ábøtur eru gjørdar á teknisku útgerðina á okkara bjargingartyrlu. Men vit eru als ikki tryggir við, at tað framvegis kann koma fyri, at ongin tyrla er tøk til leiting og bjarging. Landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum eigur beinanvegin, at fáa broytt sáttmálan við Atlantic Airways soleiðis, at hetta ikki kann henda, sigur felagið.
Á aðalfundinum var eisini nevndarval á skránni. Nývaldir í nevndina eru Elias Zacharissen, yvirstýrimaður hjá Fiskiveiðieftirlitinum, og Kristin Friis, skipari á Fram.
Úr nevndini eru farnir Regin Nónstein og Jákup Gøthe.
Nevndin hevur skipað seg við Eyðsteini Djurhuus sum formanni og Annfinn Garðalíð sum næstformanni.