Tá klokkan var farin nakað av átta mikukvøldið, kom ein fráboðan til løgregluna um, at ein neyðrakett var sædd inn móti Hvalba. Tílíkt verður altíð tikið í allar størsta álvara, tí neyðrakettir skulu jú bara sendast, um fólk eru í neyð á sjónum. Tí gav løgreglan MRCC boðini, og frá teimum fóru boð til bæði tyrlu og verjuskipið, Tjaldrið, um at fara at leita á Hvalbiarfirði.
Somuleiðis fóru boðini víðari til skip og bátar á leiðini, um at teir skulu vera vaks og boða frá, um tey vistu nakað. Haraftrat fekk havnamyndugleikin eisini boðini, so tað var eitt stórt apparat, sum fór í gongd við leitingararbeiði.
Neyðrakettin send av landi
Men tað vísti seg, at hetta var alt til onga verðsins nyttu. Hóast leitað var bæði á sjógvi og landi, so varð onki funnið, og seinni hevur tað víst seg, at neyðrakettin, sum sædd er, varð send av landi.
– Vit hava tosað við vitnir, sum hava sæð neyðrakettir verða skotnir av landi, bæði týskvøldið og mikukvøldið, verður sagt av løgreglustøðini á Tvøroyri. Har harmast tey um, at tílíkt kemur fyri, tí tað setir eitt so øgiliga stórt apparat í gongd til onga nyttu.
– Tað er ótrúliga óheppið, at slíkt verður gjørt. Tað kann hava tað óhepnu avleiðing, at ein neyðrakett ikki verður tikin í álvara eina aðru ferð. Hetta tekur eisini av virðingina fyri fólkinum á sjónum, siga tey á løgreglustøðini á Tvøroyri, og heita samstundis á fólk um at lata vera við at senda neyðrakettir, tá tað ikki er neyðugt, tí tað er ólógligt.
Finna ábyrgdarhavara
Løgreglan á Tvøroyri arbeiðir nú við at finna út av, hvør tað er, sum hevur sent hesar neyðrakettir upp. Tey hava tosað við vitnir, ið hava sæð neyðrakettir verða skotnar av landi, men hesi hava tó ikki sæð nóg mikið, soleiðis at til ber hjá teimum at siga, hvør hevur skotið tær, ella júst hvaðani tær eru skotnar.
Men nú verður so roynt at finna fram til, hvør eigur ábyrgdina av hesum. Tá tað er staðfest, so kann viðkomandi rokna við at fáa eitt endurgjaldskrav.









