Tveir vinmenn í fimmtiárunum máttu í gjár fáa hjálp frá myndugleikunum, aftaná ein fjallatúrur ikki gekk heilt eftir ætlan.
Dagurin byrjaði við, at teir høvdu sett bilin frá sær í Gásadali, og høvdu síðani tikið túrin upp um skarðið og oman í Víkar.
Túrurin til Víkar gekk væl, men á veg heimaftur mistu menninir hvønn annan burtur. Telefonsambandið er ikki av tí besta á vestursíðuni í Vágum, so tann eini maðurin gekk niðan á skarðið aftur, har hann bar eyga við hin mannin, ið hevði tikið telefonina fram og lýsti við henni. Tá var hann staddur við uttastu toftirnar í Víkum.
Hetta var um hálvgum tíggju tíðina í gjár, og tað var vorðin myrkt. Óvitandi hvat støðan hjá vinmanninum var ringdi hann tískil til løgregluna, ið avgjørdi at senda boð eftir bjargingartyrluni.
Tyrlan fór av flogvøllinum klokkan 22.18 við kós móti avtoftaðu bygdini, og longu 26 minuttir aftaná, var hon aftur á flogvøllinum við manninum.
Vinmaðurin, ið ringdi til løgregluna, mátti tískil sjálvur ganga aftur til Gásadals, har hann var frammi við bilin um ellivu tíðina.










