Tyrlan hjálpti russiskum sjómanni

MRCC-støðin fekk í morgun eina áheitan um hjálp frá einum russiskum trolari, aftaná ein av monnunum umborð var vorðin sjúkur og hevði tørv á læknahjálp.


Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir, at tað var um níggju tíðina í morgun, at tey fingu fráboðan frá russiska trolaranum Kapitan Sulimov, at teir høvdu tørv á hjálp.


- Klokkan 08.50 fór tyrlan úr Vágum og slakar tveir tímar seinni lendi hon uttanfyri Landssjúkrahúsið. Trolarin lá heilt suðri við føroyska markið, tá fráboðanin kom, upplýsir vakthavandi.


Veðrið var av tí besta og vakthavandi upplýsir, at alt spældi væl av.