Suðuroyarsiglingin hevur rættiliga verið í fokus, síðan tað gjørdist greitt, at Smyril skuldi í dokk, og at eitt væl minni skip fór at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð, meðan Smyril er burtur.
Tyrlan hjá Atlantsflogi, sum eftir summarferðaætlanini ger tríggjar túrar til Suðuroyar um vikuna, skuldi sambært vetrarferðaætlanini, sum nú kemur í gildi, bara gera tveir túrar um vikuna.
Soleiðis hevði túrurin mánadag eftir vetrarferðaætlanini dottið burtur, um einki varð gjørt.
Men, nú hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini umsitir Strandfaraskip Landsins, loyst hetta mál, soleiðis at túratalið hjá tyrluni verður hitt sama sum í summarferðaætlanini, til Smyril kemur aftur.
Uni Rasmussen hevur nevniliga gjørt eina avtalu við Atlantsflog um, at tyrlan heldur fram at flúgva tríggjar ferðir um vikuna, sum merkir, at túrurin mánadag ikki fellur burtur, sum hann annars hevði gjørt.
- Avtalan er, sigur landsstýrismaðurin við In.fo í kvøld, at tyrlan framhaldandi fer at gera tríggjar túrar til Suðuroyar um vikuna - heilt til Smyril kemur aftur úr dokk, sambært tíðarætlanini tíðliga í oktober.











