Klokkan 15.46 í gjár fekk Tórshavnar Radio eina fráboðan frá einum útróðrarmanni umborð á einum útróðrarbáti, einum seksæringi, at hin maðurin umborð var smollin um.
MRCC-støðin gjørdi skjótt av, og eftir ráðføring við lækna varð avgjørt at senda tyrluna eftir manninum, tí báturin var so langt frá landi,10 fjórðingar vestanfyri Sandoynni.
Klokkan 15.48, bara tveir minuttir aftaná, at MRCC-støðin hevði fingið boðini, vórðu boð send eftir tyrluni, og var tyrlan úti hjá bátinum klokkan 16.20.
Tyrlan var á staðnum í átta minuttir, har tað eydnaðist at fáa mannin umborð á tyrluna við at heysa hann upp við børu.
Klokkan 16.28 var maðurin umborð á tyrluni og einans ellivu minuttir aftaná settist tyrlan á tyrlupallinum uttanfyri Landssjúkrahúsið, og maðurin kundi koma undir læknahond.