Tyrlan fór eftir gentu oman fyri Kirkjubø

Tyrlan var fyri løtu síðani boðsend eftir eini gentu, sum var dottin í haganum oman fyri Kirkjubø fyrr í dag. Fyri løtu síðani lendi tyrlan á tyrlupallinum yviri við Strond, har sjúkrabilur tók ímóti henni og koyrdi hana á Landssjúkrahúsið.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at enn er ikki greitt, hvussu illa gentan er komin til skaða, men hon fekk tó ikki gingið sjálv niður av fjallinum. Ikki er líkt til, at skaðin er álvarsligur.

 

Gentan var partur av einum donskum ferðalagið, sum var ein túr í haganum og vóru stadd oman fyri Kirkjubø, tá gentan var áhaldsin og datt.

 

Tyrlan mátti lenda yviri við Strond, tí at í løtuni ber ikki til at lenda á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið.