Tyrlan flutti mann av týskum skipi

MRCC-Tórshavn fekk í dag kl 1320 boð um sjúkraflutning frá einum týskum skipið, sum var einar 100 fjórðingar vestur úr Føroyum.

Ein maður var dottin umborð, hevði fingið álvarsligan skaða í høvdið, og var fallin í óvit. Skipið hevði verið í samband við lækna og umboðsmann í Føroyum, og avgerð var tikin um at fáa mannin av skipinum við tyrlu.

Bjargingartyrlan hjá Atlantic fór úr Vágum kl 1410, og var yvir skipinum kl 1505. Sjúklingurin bleiv tikin umborð á tyrluna, sum lendi við Landsjúkrahúsið umleið kl 1610, har sjúklingurin kom undir læknahond.  