Mangur suðuroyingur er komin í neyð av avlýsingum hjá Galaxy seinastu dagarnar. Serstakliga er hetta galdandi fyri tey, sum hava verið ávegis av landinum við flogfarið ella Norrønu.
Tá ið Galaxy í gjár og fyrradagin avlýsti fleiri túrar, vóru tað tí fleiri suðuroyingar, sum vóru í vanda fyri at koma ov seint til ferðina av landinum. Men Strandferðslan og Atlantic Airways hjálptu væl upp á støðuna við, at tey settu tyrluna at flúgva aftur og fram so leingi, sum til bar.
Henrik Old, landsstýrismaður sigur í morgun, at tyrlan fleyg tríggjar ferðir aftur og fram við ferðafólki, inntil tyrlan varð boðsend til sjúkraflutning og mátti takka fyri seg á suðuroyarleiðini.
- Framyvir mugu vit hava slíkar avtalur í lag við tyrluna, so at suðuroyingar ikki enda í neyð, tá ið avlýsingar eru framyvir. Sjálvandi kann man vænta, at onkrar avlýsingar eru, men tað hava verið fleiri seinastu dagarnar, enn ein kanska hevði væntað. Og tá ið Smyril skal í dokk annað hvørt ár framyvir, so áttu vit at havt avtalu um tyrluna so, at hóast avloysaraskipini avlýsa vegna veður, so kann tyrlan røkja suðuroyarleiðina tað løtuna, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.