Um ein lítlan tíma fer tyrlan vestur í Mykines eftir teimum umleið 30 fólkunum, sum eru veðurføst í oynni - Vit sleppa ikki heim í hesari vikuni. Hetta var kenslan hjá teimum umleið 30 fólkunum, sum vegna veður ikki sleppa av Mykinesi eftir mentannarstevnuna, ið var í Mykinesi um vikuskiftið.
Upprunaliga var ongin túrur loftvegis fyrr enn mikudagin, men nú hevur tyrludeildin gjørt av, at eykatúrar skulu bjarga teimum 30 fólkunum, sum eru veðurføst í Mykinesi og bóru banga fyri, at tey ikki sluppu heim enn á sinni.
Seinni í dag vera øll, sum ynskja at sleppa heim, heima, tí tyrlan kemur eftir teimum, so børnini kunnu aftur fáa mjólk, og maturin í Mykinesi verður ikki uppi.