Tyrlan bjargaði manni á Kirkjubøreyni

- Hetta hevði ikki latið seg gjørt við gomlu tyrluni, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

Løgreglan og MRCC-støðin fingu í gjár eina fráboðan um, at ein eldri maður var komin illa fyri í gjár, tá hann fór sær ein túr út á Kirkjubøreyn.


- Hann var farin ein túr, men gjørdist ill fyri og orkaði ikki at ganga heim aftur, so hann setti seg niður og ringdi eftir hjálp. Tá var hann staddur nærhendis Krossvatn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Í fyrstu atløgu sendi løgreglan tveir løgreglumenn avstað at leita eftir manninum, men tá teir ikki funnu hann, so varð heitt á MRCC-støðina um hjálp.


- Tá var um áttatíðina í gjárkvøldið, og sendu vit beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni. Umhugsað var eisini at heita á bjargingarfelagið at fara og leita, men tað frámælti løgreglan, tí tey høvdu sent boð eftir hundunum, og um ov nógv fólk fóru at ganga í haganum, so kundi tað órógva teirra arbeiði, greiðir vakthavandi frá.


Umleið tveir tímar eftir, at MRCC-støðin hevði fingið fráboðanina kom tyrlan fram á mannin.


- Tyrlan var hjá manninum klokkan 21.45. Tá var hann kaldur og illa fyri, og varð hann alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.


Floglíkindini vóru ikki av teimum bestu, tí mjørki hevði lagt seg yvir økið, og ivast vakthavandi á MRCC-støðini ikki í, at nýggja bjargingartyrlan gjørdi munin í gjár.


- Tað var torført hjá tyrluni at leita, men manningin umborð gjørdi eitt megnararbeiði. Floglíkindi vóru so ring, at teir umhugsaðu at seta tyrluna, og leita sjálvir, men við teimum tólunum, ið nýggja tyrlan hevur, harímillum lasarar, ið vísa fjarstøðuna til jørðina, so megnaðu teir at leita í mjørkanum. Hetta hevði ikki latið seg gjørt við gomlu tyrluni, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.