Tyrla við sjúkum manni

Tað tók bjargingartyrluni einans seks minuttir at fáa ein sjúkan sjómann úr Russlandi umborð, og síðani flyta hann á Landssjúkrahúsið til viðgerð.

Bjarging: Týsmorgunin fekk Sjóbjargingarstøðin boð um at ein maður umborð á einum russiskum skipi var vorðin sjúkur.
Klokkan var 7:35 tá Skipafelagið Føroyar sendi boð til støðina um ein sjúkan mann umborð á Pyotr Shafranov. Sagt varð, at maðurin var illa fyri.
Skipið var tá satt 267 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Neyðugt varð hjá skipinum at sigla nærri landi, og at koma inn um 200 fjórðinga sjómark okkara.
Kl. 14:45 var tyrlan Rescue SR á flogi, og kl. 16:19 var tyrlan yvir skipinum, sum tá var statt 127 fjórðingar úr landi.
Einans seks minuttir seinni  kl. 16:25  var tyrlan á veg innaftur og lendi við Landssjúkrahúsið kl. 18:11.
Síðani kom russiski sjómaðurin undir læknahond.