Tyrla við ferðafólki horvin

Í Peru hava myndugleikarnir sent mannsterk bjargingarlið at leita eftir einari tyrlu, sum hvarv, tá hon var á veg úr Amazon-landspartinum Madre de Dios til býin Cusco.

Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 14 ferðafólk vóru í tyrluni. Talan er um 12 suðurkoreanar og tveir avstraliumenn.

Bjargingarliðini, sum eru send at leita, hava fingið serútbúgving til at leita uppi í fjøllunum. Sambært BBC hava myndugleikarnir sagt, at veðrið var vánaligt, har tyrlan hvarv.