Ein tyrla, sum flýgur við fólki og útgerð til bretskar olju- og gasspallar í Norðsjónum, noyddist í dag at seta seg á sjógvin.
Tyrlan, sum var av slagnum Super Puma, neyðlendi á sjónum 48 fjórðingar eystan fyri Aberdeen. Tey 14 fólkini, sum vóru í tyrluni, sluppu í ein bjargingarbát, og sum skilst fekk eingin teirra nakað mein av hendingini.
Ein tyrla tók seinni níggju fólk úr bjargingarbátinum, og ein bátur bjargaði hinum fimm (myndin), sigur ein talsmaður hjá bretsku sjóverjuni við fjølmiðlarnar.