Týr á heimavølli í Løkshøll

Týr hevur saknað at spælt í Runavík, men nú mentanarvika verður, verður eisini høvi at hoyra bólkin á serstakari útgávukonsert.

Føroyski bólkurin Týr fer at spæla stóra útgávukonsert í Løkshøll í Runavík á mentanarvikuni. Tiltakið verður fríggjakvøldið 25. oktober, og tað er Ungdómshúsið á Toftum, sum skipar fyri.

 

Konsertin í Løkshøll verður serstøk, tí Týr koma júst úr Runavík og av Skálafjørðinum.

 

Heri Joensen, sangari og guitarleikari í Týr, sigur um luttøkuna hjá bólkinum á mentanarvikuni, at teir gleða seg serstakliga nógv til at spæla í Runavík - og so í Løkshøll aftrat.

 

- Tað er alt ov sjáldan, at høvi býðst at spæla í okkara heimstaði, sigur hann.

 

Fá føroysk tónleikanøvn hava klárað seg so væl á altjóða pallinum sum Týr. Síðani teir byrjaðu at spæla í 1998 og slóu sítt navn fast við "Orminum langa" í Prix Føroyum 2001, hevur serføroyski bólkurin verið sera væl umtóktur, eisini úti í heimi.

 

Við eini røð av dygdargóðum útgávum og væleydnaðum konsertferðum hevur Týr støðugt vunnið sær alt meira altjóða viðurkenning og virðing. 

 

Í fjør fingu teir plátusáttmála við Metal Blade Records, sum er eitt tað størsta plátufelagið innan tungmálmsheimin, og sangarin í Metallica, James Hetfield, segði seg í summar vera heilt hugtiknan av bólkinum. 


Hin 13. september kom nýggjasta útgávan hjá Týr - "Valkyrja" - út í Føroyum. Útgávan hevur fingið serstakliga góð ummæli í miðlum kring heimin, og hon er eisini kropin høgt upp á hittlistarnar í onkrum londum.

 

Týr hava síðan útgávuna verið á konsertferð kring Evropa, og konsertin í Runavík verður fyrsti møguleikin hjá føroyingum at uppliva fløguaktuella bólkin á útgávukonsert.

 

in.fo kann leggja aftrat, at Runavíkar kommuna saman við Nes kommunu og áhugafeløgum fíggja virksemið í Ungdómshúsinum á Toftum, ið stendur sum fyrireikari av útgávukonsertini hjá Týr í Løkshøll.