Tyngri enn í kreppuárunum

Støðan er verri, enn fleiri geva sær far um, siga fólk í flakavinnuni. Stjórin á Føroya Fiskavirking sigur, at tað er tyngri at selja fisk í dag, enn tað var undir kreppuni

Tað stendur munandi verri til, enn nógv fólk geva sær far um. Fiskaprísirnir eru lágir. Alivinnan er í beinleiðis kreppu, og fólk royna sum frægast at tryggja seg, har tey vænta støðugt arbeiði.
Petur Mohr, sum er virkisleiðari á flakavirkinum Norðís á Eiði, heldur beinleiðis, at tað eru nógv fólk í samfelagnum, sum veruliga ikki vita, hvussu vánalig støðan er í fiskivinnuni.
?Tey merkja einki til tað persónliga, og hava tí onga føling við veruligu støðuni. Og tað er vandamikið, sigur hann.

Einstáttað
Meinhard Jacobsen, stjóri á Førya Fiskavirking hevur nøkunlunda somu uppfatan. Hann endurgevur ein av sínum gomlu professarum fyri at siga, at tað er ógvuliga týdingarmikið at rokna, men enn týdningarmiklari at kanna eftir, at tað, ein hevur roknað, er rætt.
?Vit eru soleiðis fyri, at okkara vinna tolir bara ein møguleika, sigur Meinhard Jacobsen. Tí skal roknistykkið vera rætt fyrstu ferð. Kiksar marknaðurin einaferð, eru aðrir farnir við honum, áðrenn vit koma aftur, og vit hava bara tað sama at koma aftur við. Tað er okkara veikleiki, staðfestir hann.
Petur Mohr, virkisleiðsri á Norðís, heldur, at veruliga støðan hjá fiskivinnuni er ov illa lýst. Hann heldur stutt og greitt, at tað er tí, at nógv fólk, sum úttala seg, vita ov lítið um, hvussu veruliga stendur til.
?Støðan er nógv hættisligari, enn dagliga verður givið fatan av, sigur hann. Fiskavirkinin á landi hava tað ikki gott. Fleiri høvdu undirskot í fjør. Og fleiri av skipunum flóta eisini tungt í sjónum.
?Línuskipini eru ikki ringast fyri, sigur hann. Men bæði útróðrarflotin og trolararnir hava tað tungt.
Upsin hevur lágan prís. Trolaramenn tosa um, at teir fiska til hundafóður. Og hýsan er rættiliga illa fyri. Hon er so rak, at ikki fæst líkinda úrtøka úr henni, sigur virkisleiðarin á Norðís.
Hartil kemur so, at nógvar goymslur kring landið eru í fyllra lagi. Illa gongst at sleppa av við fisk fyri ein prís, sum til ber at liva av. Og har eru vit so fangað, sigur Petur Mohr.

Hørð kapping
Vit eru í álvarsligari kapping, sum vit í løtuni hava ilt við at vinna, siga virkisleiðarin á Norðís og stjórin á Føroya Fiskavirking. Kappingarførið er verri, enn vit halda.
Petur Mohr vísir á, at vit á saltfiskamarknaðinum kappast við eitt nú íslendingar, sum keypa tosk fyri helvtarprís av tí, føroysku virkini lata. Tað sæst sjálvandi aftur í hinum endanum, tí har er prísurin tann sami fyri føroyskan og annan fisk. Úrslitið verður sjálvandi, at føroyska virkið hevur minni eftir enn kappingarneytin.
Vit hava eisini kapping á øðrum økjum, sigur Meinhard Jaocbsen. Evran er sterk, og tað merkist týðuliga, tá vit skulu selja til europeiska marknaðin, sum er okkara høvuðsmarknaður. Evran er eisini styrknað nógv í mun til norsku krónuna, og tí fáa tær stóru norsku nøgdirnar, sum koma á marknaðin, sjálvandi eisni fyrimun av.
Umframt kemur so, at veiki dollarin ger, at fiskasløgini, sum serliga kappast við upsan so sum Alaska Pollock og Hake, eisini verða bílig.
?Sannleikin er tann, sigur Meinhard Jacobsen, at tað er tyngri at selja fisk í dag, enn tað var undir kreppuni í nítiárunum.

Fólk flyta
Fólk flytir í vinnuni. Fleiri og fleiri eru um boðið, tá størv verða lýst leys. Sosialurin hevur tosað við virki, sum hava havt lýsingar eftir fólki. Tey siga frá rættiliga stórum áhuga fyri teimum størvum sum lýst eru leys. Bæði fyritøkur í bygivinnuni og eisini fiskavirki.
Talan er um fólk, sum søkja bæði úr traditionellu fiskivinnuni og serliga úr alivinnuni.
?Og her tosa vit bæði um fólk, sum longu eru uppsøgd, og fólk, sum fara í góðari tíð, tí tey síggja eina uppsøgn fyri framman, sigur ein virkisstjóri, Sosialurin hevur tosað við, men sum tó ikki við verða nevndur í blaðnum.Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur at tað er skilligt, at nú rørist í pottinum, og fólk eru farin at órógvast og fara at leita sær eftir arbeiði aðrastaðni enn í teimum hóttu vinnunum. Serliga eru tað fólk í alivinnuni, sum flyta, staðfestir hann og vónar inniliga at hendan støðan ikki verður drúgv.
?Nøgdin av tøkari arbeiðsmegi økist, sigur hann. Og eg vænti, at fleiri av hesum noyðast av landinum at finna sær arbeiði. Hjá okkum fer eisini at minka, tí vit fara eisini at rationalisera, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking.