Hesi bæði seinastu árini er tað vorðið tyngri at liva hjá fólki við teimum heilt lágu lønum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Livistøðið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hesi bæði seinastu árini er tað blivið torførari hjá føroyingum við lágari løn, at fáa endaranar at røkka saman.
Tað vísir ein útrokning, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur gjørt.
Útrokningin er gjørd, tí Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur spurt hann, hvussu skatta- og avgjaldspolitikkurin hjá samgonguni hevur ávirkað livistøðið hjá ymsum føroyingum.
Sum dømi hevur Høgni Hoydal tikið eitt fólk í Vági og eitt fólk í Skopun við eini inntøku upp á 170.000 krónur og eitt fólk í Havn við eini inntøku upp á 600.000 krónur.
Høgni Hoydal vísir á, at hevði samgongan fylgt avtaluni í nógv umrødda undirskjalinum, hon gjørdi, tá ið hon varð skipað, hevði eitt fólk í Vági og Skopun við eini inntøku upp á 170.000 krónur um árið, skula goldið 2.811 krónur meiri í skatti í ár, enn tað gjørdi í 2004.
Hinvegin hevði eitt fólk í Havn við eini inntøku upp á 600.000 krónur um árið, sloppið góðar 38.000 krónur lættari í skatti í ár, enn tað gjørdi í 2004.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Órættvís mynd
Men Bárður Nielsen vísir á, at hetta gevur eina skeiva mynd av gongdini, tí tær heilt lágu inntøkurnar hava fingið størri lætta enn so.
Veruliga gongdin er, at eitt fólk í Vági við eini inntøku upp á 170.000 krónur, kemur at betala 89 krónur minni í skatti í ár, enn tað gjørdi í 2004.
Men eitt fólk í Skopun við eini inntøku uppá 170.000 krónur, skal rinda 271 krónur meiri í skatti í ár, enn tað gjørdi í 2004.
Hinvegin skal eitt fólk við eini inntøku upp á 600.000 krónr í Havn at rinda 10.509 krónur minni í skatti í ár, enn tað gjørdi í 2003, sigur Bárður Nielsen.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at kommunuskatturin er proportionalur. Tað merkir, at sama prosent verður goldið í kommunuskatti av inntøkuni, sama hvussu høg inntøkan er. Hinvegin er landsskatturin progressivur. Tað merkir, at prosentið, sum skal gjaldast í landsskatti, hækkar, so hvørt sum inntøkan hækkar.
Hann sigur, at nú er munurin rættiliga stórur og sostatt rinda tær lágu inntøkurnar lutfalsliga væl minni í landsskatti enn miðalinntøkur.
- Tí er tað vorðið ógjørligt at geva lætta í landsskattinum, har tær lægstu inntøkurnar fáa størsta lættan.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at verður roknað við eini inntøku upp á 200.000 krónur ístaðin fyri eina upp á 170.000 krónur, sær myndin heilt øðrvísi út.
- Eitt fólk í Skopun við eini inntøku upp á 200.000 krónur, fær ein skattalætta í ár upp á 3.338 aftur ímóti tí, sum tað skuldi betala í skatti í 2004
Afturímóti hesum vísti Høgni Hoydal á, at verður vegskatturin fyri ein vanligan persónbil tald uppí afturat, skal ein skattgjaldari í Vági við eini inntøku upp á 170.000 krónur, betala 660 krónur meiri í skatti í ár, enn hann gjørdi í 2004 og eitt fólk í Skopun skal betala 1.021 krónur.
Keypiorkan hækkað
Bárður Nielsen upplýsti eisini, at hann hevur hgt eftir, hvussu keypiorkan hjá fólki hevur verið hesi seinastu árini. Og tað roknistykkið vísir, at fólk hava meiri eftir í dag, enn tey høvdu fyri nøkrum árum síðani, tá ið alt er talt upp í, bæði gongdin í skattum, avgjøldum, gongdin í prísunum og lønargongdin er talt. Hetta er eisini galdandi fyri tær heilt lágu lønirnar upp á 170.000 krónur.
Í hesum sambandi vísti Páll á Reynatúgvu á, at ein avgerðandi leiklut í gongdini, er, hvussu kommunuskatturin er í teimum ymsu kommununum og hetta eru dømi um, at stættarmunurin ímillum bæði fólk og ímillum kommunur, økist.
Kaj Leo Johannesen átalaði, at ávísir partar í landinum vórðu tikin burturúr, men hinvegin vísti Hergeir Nielsen á, at sjálvsagt var tað neyðugt at hyggja at, hvussu skatta- og avgjaldspolitikkurin rakar tey ymsu økini í landinum.