Týna vespur í Klaksvík

Hóast heystið er komið, so er vesputíðin ikki av. Klaksvíkar kommun hevur fingið fleiri fráboðanir um at vespur Úti í Grøv, eru sera ágangandi hesa tíðina

Eftir fráboðanir um óvanliga nógvar vespur í viðarlundini, hevur kommunan sett tiltøk i verk. Fyritøkan Vakurt hevur verið Úti í Grøv og hevur funnið eitt býli. Arbeiðið at týna vespubýlið er byrja. Klaksvíkar Kommuna ger tó vart við, at nógvar vespur kunnu framvegis vera at síggja í viðarlundini.