Tykkara reinleiki er leiðin aftur á slóðina

? Tey menningartarnaðu hava nógv at læra okkum,sum tora at kalla okkum normal, segði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, tá ið hann setti skeiðið fyri menningartarnað, sum nú er í Øravík

Menningarskeið

? Tykkara tilvera er sum ein bók, ið vit sonevndu normalu kunnu hava gleði av at kaga í av og á.
Segði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, tá ið hann seinnapartin sunnudagin setti ráðstevnuna fyri manningartarnað á hotellinum í Øravík.
Hetta er en ráðstevna, sum leiðarar á Serstovnadeildini skipa fyri. Á ráðstevnuni eru 18 menningartarnað og endamálið við tí er at geva teimum betri sjálvsfatan, at læra tey at koma fram við sínum tankum og hugsanum um lívið, at læra tey at seta krøv til samfelagið og til hini og at læra tey at bera síni ynski fram. Hetta er fyrstu ferð, at leiðarar á Serstovnadeildini skipa fyri ráðstevnu sum hesari og tað er Javni, sum hevur latið meginpartin av fíggjarliga stuðlinum.
Høvuðstátturin á ráðstevnuni eru fýra fyrilestrar. Eftir hvønn fyrilestur viðgera skeiðluttakararnir evni í fyrilestrunum í bólkaarbeiði, men stundir eru eisini til útferðir og hugnaløtur.
Sunnudagin helt Hans Esbern Fuglø, leiðari á Verkstaðnum Vón fyrilestur um arbeiði, í gjáramorgunin helt Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini, fyrilestur um bústaðarviðurskifti. Í morgun heldur Julianna N. Foldbo, fyrilestur um sexualitet og í morgin heldur Ragnhild Dahl fyrilestur um frítíðarlív.
Teir norðoyingarnir, sum eru við á ráðstevnuni, komu suður við Smyrli sunnumorgunin og seinnapartin sama dag varð hon sett og hildið verður fram til seinnapartin í morgin.
Tá ið ráðstevnan varð sett, var eisini Finnleif Guttesen, borgarstjóri, boðin við og eisini hann segði
nøkur orð at bjóða teimum vælkomnum.

Nógv at læra okkum
Páll á Reynatúgvu helt, at eitt slíkt skeið er fyrimyndarlig førleikamenning, tí her hava vit tveir bólkar við ymiskari bakgrund við ymsum møguleikum og við ymsum lívsfortreytum. Hann hugsaði her um skeiðluttakarar og leiðarar.
? Kortini hava hesir báðir bólkar óivað ein heilan hóp at læra av hvørjum øðrum.
? Tit menningartarnaðu hava í øllum førum nógv at læra okkum, sum tora at kalla okkum normal. Í tykkara persónsmensku finnast tey flestu av teimum mest grundleggjandi menniskjavirðunum: Óspiltur næstrakærleiki, treytaleyst sannføri og ótilgjørdur atburður.
?Tykkara heimur og tilvera ein ein bók, sum vit sonevndu normalu kunnu hava gleði av at kaga í av og á, serliga tá ið vit flyta okkum frá teimum kjølfestu manniskjansligu eginleikunum, sum gera eitt menniskja til eitt menniskja.
? Onkusvegna er tykkara reinleiki leiðin aftur á slóðina at minnast til, hvussu lívið eisini kann livast og eigur at livast.
Landsstýrismaðurin segði, at tey, sum hava fingið heitið menningartarnað, eru onkusvegna øðrvísi enn tey flestu.
?Tit skilja tykkum burtur úr tí gráa hópinum. Tit verða ikki longur kallað býttlingar ella evnaveik. Tíbetur. Vónandi er hetta eitt tekin um, at tit so við og við hava fingið tað virðing, ið tit, so væl sum øll onnur menniskju, hava uppiborið.
? Vit mennast jú alla tíðina. men hjá summum tekur hendan persónliga menningin longri tíð enn hjá øðrum.
?Ogtað stendur til okkum sum samfelag og sum myndugleikar at lofta teimum, sum av einhvørjari orsøk eru tarnað í teirra menning, tí uttan neyðuga stuðulin og uttan neyðugu hjálpina, er torført hjá teimum at standa á egnum beinum.
Í hesum sambandi takkaði Páll á Reynatúgvu teimum á Serstovnadeildini fyri tað arbeiði, tey gera, tí tað er eitt arbeiði, sum ger stóran mun hjá teimum, sum ikki sjálvi megna at gera vart við seg

Nýhugsan, vælvild og tolsemi
Landsstýrismaðurin segði, at eitt gott og innihaldsríkt arbeiði er ein týdningarmikil partur av tilveruni.
? Vit eiga at virka fyri, at arbeiðsmarknaðurin gerst rúmligari og at finna møguleikar so at eisini tey við avmarkaðum førleika kunnu fáa sítt pláss á arbeiðsmarknaðinum.
Hann helt, at hetta letur seg gera, men tað krevur bæði nýhugsan og vælvild og tollyndi frá øllum pørtum.
Tann, sum hevur arbeiði, hevur eisini rætt til virkna frítíð. Eisini á hesum øki eiga vit at finna loysnir, hóast nógv er hent, tí nú síggja vit menningartarnað spæla í hornorkestri, vera við í ítrótti og hava listaframsýningar.
Hann helt, at kynslívið eigur heldur ikki at vera tagdur burtur, tí tað er ein avgerandi og lívsjáttandi partur av tilveruni. Hann segði, at tað skal dirvi til at taka seta orð á hendan partin av lívinum og tí fegnaðist hann um, at eisini hesin spurningurin verður tikin upp.

Skommin í Smærugøtu
Tak yvir høvdið hava vit øll rætt til og bústaðir til menningartarnað hava vit tosað um leingi.
?Stórur tørvur er á bústaðum til menningartarnað, tó at risastór framstig eru hend seinastu árini
Men landsstýrismaðurin helt eisini, at tað var skomm, tað, sum var hent í Smærugøtu í Havn, har fólk, ið kalla seg normal, stóðu aftanfyri eina minni dámliga roynd at steðga arbeiðnum at gera sambýli fyri menningartarnað.
?Knappliga vísti normaliteturin eitt av sínum lítið sømiligu andlitum og hetta vísir okkum, hvussu viðkvom og hjálparleys menningartarnað kunnu vera og, hvussu illa útgjørt samfelagið tíverri kann vera at loysa slíkar trupulleikar.
? Og hendan hendingin minnir okkum eisini á, hvussu týdningarmikið tað er, at onkur talar søk teirra menningartarnaðu-ella at onkur tekur stig til at læra tey at tala teirra egnu søk.
Hann vísti á, at endamálið við hesum skeiðnum var at geva menningartarnaðum innlit í teirra rættindi og at læra tey at seta orð á tankar og kenslur og ynski.
?Við hesum førleika kunnu tit sjálvi vera við til at gera vart við tykkum, tá ið vit sokallaðu normalu gloyma, at vit eru ikki tey einastu sum búgva í Føroyum,, segði Páll á Reynatúgvu.