Magnus Gunnarsson
Hóast Suzuki er ein gomul verksmiðja, er hon ikki so gomul sum bilverksmiðja. Fyritøkan varð stovnað í 1909 sum ein verksmiðja, ið framleiddi maskinur til klædnaídnaðin, so sum seymimaskinur o. a. Fyrstu motorsúkklurnar komu í 1952, og í 1955 framleiddu teir fyrsta bilin. Suzuki eru kendir fyri sínar framkomnu motorsúkklur og smáu persónbilar og jeepar. Í dag stendur Suzuki fyri søluni av einum triðingi av øllum fýrahjólsdrivnu bilum í Danmark.
2 ella 4 WD
Ignis er ein heilt nýggjur mini SUV bilur frá Suzuki, ið verður gjørdur við 3 og 5 hurðum. Talan er ikki um nakran beinleiðis "off-roadara", men ein kompaktan og rúmligan bil, ið eisini er væl egnaður til koyring har vegirnir ikki eru so góðir. Serliga er tað útgávan við fýrahjólsdrift, har fríhæddin og eitt viskodifferentiali, gera sítt til góðar eginleikar á vánaligum vegi.
Nýggjur motorur
Tað fyrsta man leggur til merkis við bilinum innan er at hann er sera rúmligur, og man er við at halda, at hann er størri innan enn uttan.
Setrini stuðla væl og eru gjørd til at koyra langar túrar uttan at møðast.
Motorurin er ein nýggjur 1.3 litur bensin við 83 hk, ið er orkusparandi og umhvørvisvinarligur.
Bilurin er vælútgjørdur, og hevur t. d. ABS við EDB, dupultan airbag, startsperru, el-rútar farmman, el-síðuspegl, sentrallás og takstativ.
Ignis hevur 3 ára ella 100.000 km mekaniskt garanti og 12 ára garanti móti gjøgnumtering
Suzuki Ignis 1.3 GL 4WD 5/h
Motorurin 1.3 litur 4 syl 16V 83 hk
0-100 km/t 14,7 sek
Bensinnýtsla 15.6 km/l
Dekkstødd 165/70-14
Stødd og vekt
Longd 362,0 cm
Breidd 160,0 cm
Hædd 159,0 cm
Eginvekt 1000 kg
Viðførisrúm 181 / 419 litrar
Prísur kr.145.000,-
Søluumboð Sp/f Eyðbjørn Hansen
Bilasøla og verkstaður
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tel. 313375