Við sigrinum á Grikkalandi hevur A-landsliðið í fótbólti hjá monnum gjørt eitt skarvslop á FIFA-styrkilistanum, sum enntá er næststørsta lopið í søguni.
Føroyar hava tikið seg 82 pláss fram á styrkilistanum og eru nú nummar 105, sum er næstbesta pláss hjá Føroyum nakrantíð, tí á sumri í 1999 vóru Føroyar nummar 104 í heiminum.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur tað hava nógv at siga fyri føroyskan fótbólt, at Føroyar gera eitt so stórt lop á FIFA-styrkilistanum. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna, sum Virgar Hvidbro hevði við Rás 2 í gjár.
Les eisini Risa lop á styrkislistanum










