Twitter í hernað móti Islamska Statinum

Ein av styrkunum hjá islamska yvirgangsfelagsskapinum Islamski Staturin síðstu árini, hevur verið ein virkin og effektiv tilvera á sosialum miðlum, har felagsskapurin hevur oyst út sítt propaganda fyri at vinna fleiri stuðlar.


Sosialir miðlar sum Twitter, Facebook og Youtube hava verið kritisera fyri at loyva slíkum virksemi, men nú tykist, at broytingar eru á veg.


Twitter, ein av heimsins størstu sosialum miðlum við 500 milliónum brúkarum, hevur síðsta hálva árið stongt 125.000 brúkarum, ið hava hótt við ella stuðla yvirgangi, skrivar bretski miðilin BBC.


Serliga eru tað brúkarar við tilknýti til harðrenda felagsskapin Islamska Statin, ið sosiali miðilin hevur roynt at steðga.


- Vit fordøma brúkin av Twitter til at stuðla yvirgangi, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.


Umframt at útihýsa brúkarar, ið stuðla yvirgangi, hevur sosiali miðilin samstarva við myndugleikarnar tá tørvur hevur verið á tí.