Twitter hevur mist flogið

Tað gongur ikki longur so væl hjá sosiala miðlinum Twitter, sum tað einaferð gjørdi.

Twitter fær ikki longur so nógvar nýggjar brúkarar, og fyritøkan missir pengar. Hetta ger, at fyritøkan eisini missir undirtøku millum íleggjarar, og virðið á partabrævinum er minkað, nú seinasti roknskapurin er komin frá fyritøkuni.

Seinasta ársfjórðing í fjør hevði Twitter vøkstur á fýra prosent í talinum á brúkarum. Umsetningurin vaks bert eitt prosent. Úrslitið fyri ársfjórðingin gjørdist eitt hall á 1,2 milliardir krónur.

Hóast Twitter hevur yvir 300 milliónir brúkar – millum annað ein sera virknan amerikanskan forseta – hevur fyritøkan ongantíð givið avlop.

Kappingin við Facebook, Snapchat og Instagram er hørð, og Twitter hevur ikki staðið seg nógv væl í kappingini við teir miðlarnar.

Hóast gongdin kundi verið betri, verður tó mett, at virðið á Twitter er omanfyri 90 milliardir krónur, skrivar Reuters.