Twisted Sister á Vágsbø

Hart rokkandi Amerikonsku legendurnar verða eitt av høvðusnøvnunum á Summar Festivalinum í ár

 

 

Rocklegendurnar, sum hava gjørt nøkur av størstu hittunum í rocksøguni, spæla á Summar Festivalinum í august. Hetta hevur Summar Festivalurin júst kunngjørt.

 

Twisted Sister steig inn á tónleikapallin tíðliga í 1970’unum, og eftir nógv ár við framførslum á smærri spælistøðum, hittaðu teir av álvara fyrst í 1980’unum, tá ið plátufeløgini av álvara fingu áhuga fyri teimum.

 

Útgávan Stay Hungry frá 1984 gjørdi Twisted Sister heimskendar, og tað vóru serliga tveir sangir, sum slóðaðu fyri hesum. I Wanna Rock og We’re Not Gonna Take It vóru tvey av størstu rockhittunum í 1980’unum, og MTV spældi sangirnar næstan uttan íhald hetta tíðarskeiðið. Twisted Sister hevði eisini fleiri onnur hitt og seldu nógvar milliónir plátur.

 

Twisted Sister eru framvegis virknir við framførslum kring heimin, og nú koma teir so til Føroya at framføra.

 

- Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at uppliva altjóða toppnøvn á føroyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligur at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rockkonsertin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

 

Summar Festivalurin 2014 verður hildin í Klaksvík í døgunum 7. til 9 august.

 

At tað framvegis er dugur í Twisted Sister sæst væl og virðiliga, um leitað verður eftir framførslum teirra á Youtube. Við at trýsta á leinkjuna sæst brot úr eini framførslu, har teir spæla We’re not Gonna Take it, ið helst er kendasta lagið hjá bólkinum.